Benjamin sigur vælkomin

Áhugin fyri handverki hevur altíð ligið mær nær. At finna útav hvussu tingini hanga saman, hvussu tey taka seg út og hvussu tey ljóða.

At samantvinna gott handverk, sum tolir at blíva brúkt. Endurskapa og endurnýta tað sum er, fyri síðani at skapa eitt úrslit sum nøktar allar sansirnar.

Eigur tú, ella ynskir tú tær eitthvørt, men veit ikki hvussu tú kemur í gongd, so kanska vit í felag kunnu finna eina (ella fleiri) loysnir.